Raðhús, Dýrindalsgøta 29, Hoyvík
Hugnalig og vælh...
Raðhús, Dýrindalsgøta 29, Hoyvík
Hugnalig og vælhildin raðhús í 2 hæddum á uml. 125 m2. Aftanfyri húsini er garður, nýgjørd og snøgg terrassa og hjallur. Raðhúsini eru í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini er inngongd, baðirúm, vaskirúm/brúggers og 2 kømur. Í ovaru hæddini er køkur og stova í einum við hurð út á altan og 1 kamar við baðirúmi. Húsini standa væl fyri við blindan veg í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi í Hoyvík. Barnagarður, skúli og handil er beint við og sera gott busssamband.
Raðhús, Dýrindalsgøta , Hoyvík
Talan er um eitt p...
Raðhús, Dýrindalsgøta , Hoyvík
Talan er um eitt projekt av raðhúsum, sum eru á Heiðum í Hoyvík. Her er talan um húsasnið 3: Dýrindalsgøta 23,25,27,29 og 41. Tað eru 2 møguleikar at velja: Nýggjur prísur er fyri lyklaklár hús, sum er kr. 1.995.000, tó er prísurin fyri nr. 41, sum eru eini endahús kr. 2.143.293. Innilokað hús kr. 1.572.969. Húsini eru í tveimum hæddum. Niðara hæddin hevur grovkøk og køk og stovu í einum. Ovara hæddin er innrættað við baðirúmi og tveimum kømrum. Eisini er alrúm/stova við útgongd til altan. Húsini eru úr timri og klødd uttan við annaðhvørt skifterplátum ella vatntøttum timbri. Altanin er úr stáli. Hvørt húsið hevur urtagarð, ið er áleið 120 m2, eitt úthús áleið 23 m2 og parkeringsøki til 2 bilar. Harumframt er eitt stórt felagsøki á 3000 m2 gjørt frammanfyri húsini. Les meira á www.jkp.fo og www.timbur.fo