Raðhús, Dýrindalsgøta , Hoyvík
Talan er um eitt...
Raðhús, Dýrindalsgøta , Hoyvík
Talan er um eitt projekt av raðhúsum, sum eru á Heiðum í Hoyvík. Her er talan um húsasnið 3: Dýrindalsgøta 23,25,27,29 og 41. Tað eru 2 møguleikar at velja: Nýggjur prísur er fyri lyklaklár hús, sum er kr. 1.995.000, tó er prísurin fyri nr. 41, sum eru eini endahús kr. 2.143.293. Innilokað hús kr. 1.572.969. Húsini eru í tveimum hæddum. Niðara hæddin hevur grovkøk og køk og stovu í einum. Ovara hæddin er innrættað við baðirúmi og tveimum kømrum. Eisini er alrúm/stova við útgongd til altan. Húsini eru úr timri og klødd uttan við annaðhvørt skifterplátum ella vatntøttum timbri. Altanin er úr stáli. Hvørt húsið hevur urtagarð, ið er áleið 120 m2, eitt úthús áleið 23 m2 og parkeringsøki til 2 bilar. Harumframt er eitt stórt felagsøki á 3000 m2 gjørt frammanfyri húsini. Les meira á www.jkp.fo og www.timbur.fo
Prísuppskot: 2143000
Fermetrar búvídd 125 Byggiár 2009
Fermetrar grundøki 300 Hæddir 2