Stór væl bygd sethús við garajsu - mitt í Havnini,...
Stór væl bygd sethús við garajsu - mitt í Havnini, 10 min. heim á Vaglið. Húsini eru í tveimum hæddum, hvør hæddin uml.150 fermetrar í alt samlað búvídd á uml. 300 fermetrar. Byggiár 1968, umvæld 1986. Veghæddini: durur, gong / trappa til kjallara, køkur, spísustova, sjónvarpsstova og stova, hjúnarrúmvið klædnarrúm og baðirúm við brúsu. Kjallarahæddin: sjálvstøðug íbúð við egnari inngong: durur, gong, køkur, stova, trý kømur, baðirúm við brúsu, trappa upp til veghædd, vaskirúm/kjallararúm við oljufýr. Garagan er innrættað við hjalli og goymslurúm. Húsini liggja sera væl fyri á einum friðarligum blindum vegi, uttast á tromini, við sera góðum útsýni yvir Havnina. Hugnaligur utagaður við runnum og giring kring húsini. Byggiár: 1968 - Grundøkið er 400 fermetrar til víddar.
Prísuppskot: 2800000