Sethús, Hvalsoyargøta 3, Tórshavn
Sethús í trimum...
Sethús, Hvalsoyargøta 3, Tórshavn
Sethús í trimum hæddum. Í miðhæddini er gongd, baðirúm, vesi, køkur, stova og trý kømur. Á loftinum eru tvey stór rúm. Í kjallaranum er eitt stórt bilhús og eitt sera rúmligt kjallararúm. Húsini hava eina stóra góða altan, har møguleiki er at seta havamøblar o.a. út. Góður sólargangur. Uttanfyri er alt gjørt í erva. Her eru flisar lagdir á túnið við høvuðsdyrnar og grótgarður gjørdur framvið græsplenuna við nógvum sera vøkrum blómubedum. Húsini standa í einum góðum, friðarligum og barnavinarligum umhvørvi. Stutt til vøggustovu/barnagarð, Venjingarskúlan, Læraraskúlan og handil. Eisini er stutt til miðbýin.