Sethús, millum Gilja 131, Hoyvík
Hugnalig sethús í tveimum hæddum við góðari staðseting upp í Hoyvík. Sethúsini standa í barnavinaligum og friðarligum umhvørvi. Skúlar, stovnar, høll og vøllur er beint við. Gott busssamband er. Sethúsini eru í tveimum hæddum. Í ovaru hæddini er inngongd v/trappuniðurgongd, vesi, køkur, stova við útgongd til stóra altan, trý kømur og baðirúm. Í niðaru hæddini er inngongd v/trappuuppgongd, kamar/skrivstova, fýrrúm, arbeiðsrúm og kjallari. Framman fyri húsini er bilhús og góðir parkeringsmøguleikar.
214 m2
505 m2
4
2
1989