Ovaragøta 60
Hoyvík
fermetrar 205 m2
grundøki 499 m2
kømur 3
hæddir 2
byggjiár 1991
Sethús, Ovaragøta 60, Hoyvík
Sera snotilig og vælhildin hús í tveimum hæddum, ið liggja væl fyri í barnavinarligum og friðarligum umhvørvi við blindan veg. Gott útsýni er yvir Nólsoyarfjørð og inn á Skálafjørðin. Í niðaru hæddini er gongd, vaskirúm, tvey baðirúm, hjúnakamar, klædnarúm, trappugoymsla, køkur, stova og útbygningur. Í ovaru hæddini er trappugongd, gongd, klædnarúm, tvey kømur og møguleiki er fyri at gera eitt triðja kamar. Eisini er bilhús á 32 fermetrar. Garður er rundan um húsini.