Stór og sera snøgg sethús, sum standa væl fyri í b...
Stór og sera snøgg sethús, sum standa væl fyri í barnavinaligum øki við blindan veg. Stovnar, skúlar, tænastur og handlar eru nær við og skjótt er at spáka oman í miðbýnum. Nakað av útsýni er úr erva yvir fjørðin. Uttanum er garður við tveimum útigólvum og stórt bilskýli.
Í niðaru hæddini er inngongd, gongd, vesi, vaskirúm, gongd, baðirúm, kamar, stova/borðstova og køkur við atgongd til terassu. Í ovaru hæddini er trappugongd, allrúm/stova, 2 kømur, baðirúm, hjúnarkamar við klædnarúmi og baðirúmi
Byggiár 2003
Kømur 4
Hæddir 2
Vídd á ogn 287m²
Grundøki 500m²
Matr.nr. 1305i Tórshavn