Sethús, Breiðablik 12, Tórshavn
Tvíhúsið verður b...
Sethús, Breiðablik 12, Tórshavn
Tvíhúsið verður bygt í 2007. Til sølu er sunnara helvtin, sum er óinnrættað. Hjálagt er tekning við uppskoti um innrætting. Miðhæddin og kjallarin verða stoypt upp. Yvirtrom og kvistar verða eisini gjørdir. Velfac vindeygu og- úthurðar verða sett í og húsini verða klødd við rotfríum timbri heilt niður. Innan verða sperrur og gólvplátur lagdar ímillum hæddirnar og kjallaragólvið verður stoypt. Húsini standa væl fyri mitt í Havnini. Stutt til Eysturskúlan, Adventistaskúlan vøggustovur/barnagarðar, frítíðarskúla, bakarar, handlar og handilsmiðstøð. Stutt til miðbýin og alt sum miðbýurin hevur at bjóða. Gott útsýni yvir Nólsoynna, Nólsoyarfjørð og norð á Eystnes