Toftavegur 44
Vágur | Sethús | 124m2 | 4-5 kømur
kr. 1.200.000
Byggiár 1955
Kømur 4-5
Hæddir 2
Vídd á ogn 124m²
Grundøki 161m²
Matr.nr. 178 Vágur
Upplýsingar um bústaðin
Orkuvinaligu húsini standa sera væl fyri í góðum og friðarligum grannalagi og veðurgóðum og barnavinaligum øki nær miðbýnum við góðum útsýni yvir landslagið, bygdina og fjørðin. Skúlin við nýggjum sparkivølli er beint við, tænastur, handlar og bussleið er nær við, og dagstovnur er hampiliga nær við. Alt er nýtt í erva frá 2016, eins og tað mesta er gjørt av nýggjum í neðra.
Í ovaru hædd er inngongd, gongd / trappugongd, køkur / alrúm / borðsstova / stova, baðirúm. Í niðaru hædd er úthús / kjallararúm, inngongd, gongd / trappugongd, 2 kømur, kamar við atgongd til kamar / klædnarúm, ómonterað kamar og lítið ómonterað baðirúm.