Sethús, Toftavegur 101, Vágur
fermetrar 264 m²
grundøki 438 m²
kømur 6
hæddir 2
byggjiár 0
Talan er um eini sethús í tveimum hæddum við innbygdum bilhúsi og suðurvendari altan. Framvið húsinum er stoypt tún og útsýnið er gott út á fjørðin og yvirum land.Í niðaru hæddini er kjallari við inngongd, vaskikjallari, gongd, trappugongd, fýra kømur, eitt goymslurúm, baðirúm við sauna, fýrrúm og goymslurúm.Í ovaru hæddini eru tvær inngongdir, hjallur, køkur/spísistova, gongd, trappugongd, kamar, stova og kamar við beinleiðis útgongd á altan.Húsini standa eitt hanagleiv frá Vágs skúla við tilknýttum spæliplássi og almennari parkering.Eisini er skjótt til handils, yvirum land til Pálshøll, marghøllina – og vestur til ítróttardepilin á Eiðinum.
Kr. 1.695.000
byggjiár 1969
fermetrar 264 m2
grundøki 438 m2
kømur 6
hæddir 2
Stutt um ognina
Rúmlig og væl hildin
Sera gott útsýni
Beint við stovnar, skúlar, tænastur og handlar
Rúmlig og væl hildin sethús við sera góðum útsýni. Húsini framstanda í góðum standi og hava góða innrætting við rúmligum uppihaldsrúmum. Húsini eru væl staðsett nær skúla, stovnum, tænastum og handlum, sum ger gerandisdagin lættan og praktiskan. Talan er um eini sethús í góðum umhvørvi við stuttari frástøðu til tað mesta.
Í niðaru hædd gongd, vaskikjallari, 4 kømur, baðirúm við sauna, fýrrúm og goymslurúm. Í ovaru hædd er gongd, baðirúm, 2 kømur, stova, køkur og hjallur.