Karlamagnusarbreyt 7B 1 2
Hoyvík | Íbúð | 88m2 | 2 kømur
Byggiár 2019
Kømur 2
Hæddir 1
Vídd á ogn 88m²
Upplýsingar um bústaðin
Ljós, arkitektteknað íbúð, sum er á aðru hædd í íbúðarbygningini í Hoyvík. Íbúðin er 88 fermetrar og er innrættað við duri, gongd, stovu/køki, baðirúmi og tveimum kømurum. Atgongd er út á tvær altanir frá stovu/køki. Íbúðarbygningurin hevur trappugongd og lyftu, sum ger tað sera brúkaravinarligt bæði hjá eldri og yngri. Íbúðirnar hava lága orkunýtslu og eru bygdar í samsvar við nýggju bygningskunngerðina, ið kom í gildi í januar 2017. Íbúðarbygningurin er staðsettur í barnaríkum býarparti í Hoyvík og stutt er til handils, skúla, barnagarð, vøggustovu, fótbóltsvøll v.m. Busssambandið er sera gott. Eitt goymslurúm hoyrir til íbúðina.