Nýmótans og dámlig sethús, bygd av byggifyritøkuni...
Nýmótans og dámlig sethús, bygd av byggifyritøkuni Bulur í 2020, í tveimum hæddum við Myllutjørn í Hoyvík. Heimið er staðsett í uttastu rekkju við endan av blindum vegi í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi. Frá húsinum er avbera gott útsýni, og stutt er til handil og aðrar henleikar ið eru at finna í Hoyvík. Í húsinum eru 4 kømur, og kring húsini er stórt útigólv við góðum møguleikum fyri hugnaligum løtum. Á stykkinum er harumframt møguleiki at søkja um loyvið at byggja eitt bilhús ella annað, um ynski er um at víðka um húsini.
Á niðastu hædd er gongd, 3 kømur, baðirúm og vaskirúm. Á ovaru hæddini er køkur og stova í einum, umframt vesi og kamar / klædnarúm.
byggjiár: 2018
búvídd: 109 m2
grundøki: 213 m2
kømur: 4
hæddir: 2