Sethús, Søltuvíkarvegur 12, Sandur
Talan er um eina ogn, ið liggur í sera friðarligum og náttúruvakrum økið, við fantastiskum útsýni yvir landslagið og Gróthúsvatn. Sigast skal um ognina, at hon er í sera ringum standi og mæla vit staðiliga til, at áhugaðir keyparir lesa húsaskoðanina væl ígjøgnum og at tað verður hugt eftir ognini við einum byggikønum. Upplýsast skal, at ein forkeypsrættur er tinglýstur á ognina. Hetta hevur við sær, at verður eitt boð móttikið, ið eigari ynskir at selja fyri, verður tað lagt fram fyri viðkomandi, ið hevur tinglýstan forkeypsrætt, um viðkomandi ynskir at gera forkeypsrættin galdandi ella ikki. Eisini skal viðmerkjast, at forkeypsrætturin verður framhaldandi galdandi, og soleiðis ikki strikaður í sambandi við møguliga yvirtøku av ognini.