Talan er um eini serstøk sethús í tveimum hæddum v...
Talan er um eini serstøk sethús í tveimum hæddum við sera góðum og fríum útsýnið yvir Sundalagið.
Húsini standa í friðarligum umhvørvi við blindan veg við nógvum tilflytarum vegna nýbygging.
Runt húsini eru fleiri hugnakrókar og terrassur so ein fær notið sólargangin allan dagin.
Húsini eru innrættaði við duri/gongd, alrúm v/útgongd á terrassu, køk- og spísistova v/útgongd á terrassu, tvey kømur, baðirúm, goymslurúm og vaskirúm/vásakøkur við eitt nú ovni, uppvaskimaskinu og rustfríari borðplátu – gott afturat til serlig høvi. Í niðaru hæddini er somuleiðis eitt hjúnarkamar við walk-in closet og egnum baðirúmi.
Lofthæddin er innrættað við loftstovu, kamar v/útgongd á skrivstovurúm/goymslurúm. altan, kamar.
Til húsini eru tvey parkeringspláss, og eru tvey goymslurúm undir betongdekkinum – vælegnað til uttandura goymslu.
búvídd 211 m² grundøki 466 m² kømur 5 hæddir 2 byggjiár 2010