Sethús í Javnagøtu 10, Tórshavn
Húsini eru í 2 hæ...
Sethús í Javnagøtu 10, Tórshavn
Húsini eru í 2 hæddum, hvør 120 fermetrar, alt innrættað. Grundøkið er 500 fermetrar. Í erva eru køkur, stova við brenniovni, hems í stovu, baðirúm, 3 kømur, wc í hjúnarrúmi, gongd og altan. Í neðra er sjálvstøðug íbúð á 80 fermetrar við køki, stovu, 2 kømrum, baðirúmi og gongd, umframt trappugongd og kjallara-/fýrrúm. Húsini hava ventilatiónsskipan. Betonggarður við girðing uttanum húsini, sum standa í friðarligum, barnavinarligum umhvørvi við blindveg. Parkering til 2 bilar. Húsini hava gott útsýni. Byggiár: 1983.
Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.