Sethús, Ovari Vegur 23, Tvøroyri
Talan er um ei...
Sethús, Ovari Vegur 23, Tvøroyri
Talan er um eini sethús í tveimum hæddum við tilhoyrandi bilhúsi og suðurvendari altan. Ognin liggur høgt í lendinum, og hevur sera gott útsýni út yvir fjørðin og vestur í Trongisvág. Í ovaru hæddini eru durur, gongd, kamar, hjúnarúm, baðirúm, køkur og spísistova í einum v/útgongd á altan, stova og trappuniðurgongd. Í niðaru hæddini eru durur, baðirúm, stova, trinettukøkur, gongd, tvey kømur, fýrrúm/vaskirúm og trappuuppgongd. Grannalagið er gott, og sera stutt er til eitt nú skúla og handil.