Karlamagnusarbreyt 16C
65 m2
−
2
1
2020
2.800.000 Kr.
Íbúð, Karlamagnusarbreyt 16C, Hoyvík
Talan er um eina snøgga íbúð frá 2020, sum liggur í niðastu hædd í íbúðarbygningi niðarlaga á Karlamagnusarbreyt, har stutt er til flestallar hentleikar. Íbúðin fevnir um gongd/dur, baðirúm, tvey kømur og køk-alrúm, og til íbúðina hoyrir egið goymslurúm. Felags parkeringspláss er omanfyri vegin, og tvey almenn p-økir eru niðanfyri.Umhvørvið er sera barnavinarligt og friðarligt. Stutt er til alskyns hentleikar, sum t.d.: skúlar, dagstovnar, handil, ítróttarøki. Eisini er busssambandið í økinum sera gott, og bussleiðin steðgar nær við ognina.