Sethús, Kovalág 4, Tórshavn
Sethús í tveimum ei...
Sethús, Kovalág 4, Tórshavn
Sethús í tveimum eindum. Eind 1 hevur tvær íbúðir. Ìbúð A hevur: Miðhædd: gongd, baðirúm, køkur og tvær stovir. Loft: Stórt kamar á kvistinum og tvey smærri kømur. Íbúð B, sum er í kjallaranum hevur inngongd, baðirúm, køkur, stova og eitt kamar. Eind 2 er innrættað soleiðis: á loftinum er stór loftstova.Í miðhæddini er gongd, baðirúm við brúsu, køkur og stova. Í kjallaranum er inngongd, goymslurúm og trý kømur. Eitt matrikul, við evt. møguleika fyri sundur matrikullering. Støddin á hvørjari eind er 114 fermetrar. Húsini er klødd við profilplátum. Takið er skift í 2005, og hevur tætt tróður. Húsini standa í friðarligum umhvørvi við blindveg í Gundadali, stutt til ítróttarøkini í Gundadali og Svimjihøllina. Gott útsýni. Húsini kunna nýtast til nógv ymiskt s.s. at búgva í einari íbúð og leiga tvær út, at byggja um til t.d. bústovn, dagrøkt o.a.m., at byggja um til skrivstovu (uml. 300 ferðmetrar íalt). Møguleiki er fyri mvg endurgjaldið, í sambandi við umbygging, um tað er til egnan bústað.