Rúmlig og væl hildin sethús í Vesturbýnum við 5 kø...
Rúmlig og væl hildin sethús í Vesturbýnum við 5 kømurum. Húsini standa í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi við blindan veg og hava stórt og snøgt tún. Staðsetingin er framúr góð við stuttari frástøðu til flestu hentleikar, so sum skúla, stovnar, handlar og annað. Eisini er gott busssamband í nærumhvørvinum. Í niðaru hædd er durur / gongd, 3 kømur, baðirúm, vaskirúm / fýrrúm og garasja. Í ovaru hædd er gongd, baðirúm, 2 kømur, stova og køkur við atgongd út á altan. Harumframt er hjallur.
byggjiár 1985/2004 búvídd 259 m2 grundøki 500 m2 kømur 5 hæddir 2