Raðhús, Dýrindalsgøta , Hoyvík
Talan er um eitt p...
Raðhús, Dýrindalsgøta , Hoyvík
Talan er um eitt projekt av raðhúsum, sum eru á Heiðum í Hoyvík. Her er talan um húsasnið 2: Dýrindalsgøtu 43 og 45. Húsini eru í trimum hæddum. Niðasta hæddin er innrættað við køki og stovu, umframt grovkøk. Á miðhæddini er stórt baðirúm, kamar og stova. Ovasta hæddini hevur baðirúm og 2 kømur. Tað eru 2 møguleikar at velja: Nýggjur prísur er fyri lyklaklár hús, sum er kr. 2.266.332 og innilokað hús kr. 1.659.304. Húsini eru úr timri og klødd uttan við annaðhvørt skifterplátum ella vatntøttum timbri. Altanin er úr stáli. Hvørt húsið hevur urtagarð, ið er áleið 120 m2, eitt úthús áleið 23 m2 og parkeringsøki til 2 bilar. Harumframt er eitt stórt felagsøki á 3000 m2 gjørt frammanfyri húsini. Les meira á www.jkp.fo og www.timbur.fo