2019
85 m2
2
1
Stutt um ognina
Ljós og nýmótans
Góð felags parkeringsviðurskifti
Fjarhitaskipan
Nærum nýggj, væl innrættað og hugnalig íbúð í Hoyvík, stutt frá flestu stovnum og hentleikum. Íbúðin er á 1. hædd í væl bygdum íbúðarbygningi í trimum hæddum, ið liggur væl fyri í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi ovarliga á Karlamagnusarbreyt. Góð felags parkeringviðurskifti, góð felagsøkir og hugnaligar gøtur eru í nærumhvørvinum.
Íbúðin er innrættað soleiðis: Inngongd / durur / gongd, baðirúm / vaskirúm, 2 stór kømur og køkur og stova í einum við útgongd á frálíka altan. Herumframt er høgligt goymslurúm á uml. 4 m2 úti á svalanum.