Sethús, Turiðargøta 11, Tórshavn
Snotiligu og ser...
Sethús, Turiðargøta 11, Tórshavn
Snotiligu og sera vælhildnu húsini standa í náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi við frálíka góðum útsýni. Húsini eru ljós, rúmlig og í trimum hæddum. Í niðastu hæddini er ein sjálvstøðug íbúð. Í miðhæddini eru tveir durar, gongd, trappugongd, hjallur, baðirúm, kovi, køkur, stór stova og kamar/arbeiðsrúm. Í ovastu hæddini eru 2 kømur, hjúnarúm, baðirúm, uppihaldsstova og trappa. Í niðastu hæddini er gongd, fýrrúm og ein sjálvstøðug íbúð. Í íbúðini er durur, 2 kømur, baðirúm og køkur og stova í einum. Rundan um húsini er sera vakurt við urtagarði, trøum og grasvølli.