2006
250 m2
306 m2
3
Stutt um ognina
Íbúð í kjallaranum
Barnavinaligt við blindan veg
Stórt bilhús
Hugnalig og dámlig tvíhús í trimum hæddum, stutt frá dagstovni, skúla og handli. Stór altan við góðum útsýni. Niðanfyri húsini er stórt bilhús við nógvum møguleikum. Húsini standa væl fyri í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg.
Í miðhæddini er durur, gongd, baðirúm, stova / køkur við atgongd út á stóra altan, umframt bryggers / vaskirúm. Á loftinum er gongd, 3 kømur og baðirúm. Í kjallaranum er íbúð við duri, køki / stovu, kamari og baðirúmi. Eisini er eitt kjallarúm til búðeindina í erva. Harumframt er hjallur og stórt bilhús.