Bryggjan, íbúð B2.2
Runavík
55 m2
−
1
1
2027
2.695.000 Kr.
Bryggjan í Runavík - íbúð B2.2
Talan er um íbúð B2.2, ið er ein íbúð við einum kamari, gongd, baðirúmi og køki og stovu í einum. Eisini er altan á norðursíðuni.Talan er um eina nýggja íbúð í gerð í einum nýggjum íbúðarbygningi á leigugrund, matr.nr. 767b Toftir, við 27 íbúðum og vinnuligum hølum í niðastu hæddini.Ætlanin er, at íbúðirnar í mittasta blokki verða lidnar og klárar at avhenda í november 2027, men má keypari tola seinkingar á upp til 6 mánaðir, nærri ásett í keypssáttmála, ið keypari fær til undirskrivingar.Inngjaldið er í minsta lagi 10 prosent, og ábyrgd skal stillast fyri tann partin, ið ikki verður goldið sum inngjald.Íbúðirnar eru væl staðsettar í einum býarparti í stórari menning, har alskyns hentleikar eru í nánd – eitt nú ein nýggj handilsmiðstøð, fólkaskúli, ítróttarhallir, svimjuhøll og fjølbroytt frítíðarvirksemi. Hetta er ein gyltur møguleiki at ogna sær eina góða og nútímans íbúð í einum livandi og vøkrum umhvørvi – har sjógvurin er tín næsti granni.