⭐OGN ÁVEGIS - KARLAMAGNUSARBREYT 6B 2.1, HOYVÍK⭐
Hendan ljósa og rúmliga íbúðin við panorama útsýni kemur skjótt á sølulistan hjá Skyn. 🤩
Íbúðin er á 2. hædd og er innrættað við duri/gongd, trimum kømrum, baðirúmi og køki og stovu í einum við atgongd út á altan. Eisini hoyrir eitt goymslurúm til íbúðina. Íbúðarbygningurin hevur trappugongd og lyftu, sum ger tað sera brúkaravinarligt fyri bæði yngri og eldri. 👌
Býlingurin hevur flestallar hentleikar einum húski tørvar, so sum handlar, skúla, stovnar, spælipláss, fótbóltsvøll, ítróttarhøll v.m. 🥳⛹️♂️
✨Prísuppskot: 4.400.000 kr. ✨