Sethús, Kálvagerði 4, Tórshavn
Serstøku og dámlig...
Sethús, Kálvagerði 4, Tórshavn
Serstøku og dámligu eittplanshúsini standa í friðarligum umhvørvi við blindveg og náttúru fríøki. Húsini liggja tætt við skúlar, barnagarðar, umframt góðar innkeypsmøguleikar og busssamband. Húsini eru innrættað við duri, vásarúmi, klædnarúmi, køki, stovu, lítlari stovu, 2 baðirúmum, 4 kømrum og hjúnakamari. Í vakra gartnara-sniðgivna urtagarðinum eru gøtur, alskyns runnar, blómur, sólkrókar og grønmetishavi. Lekkur terassa og flísalagt tún er eisini runt húsini.