Lopransvegur 23
Lopra | Sethús | 148m2 | 4 kømur
kr. 375.000
Prísuppskot
Byggiár Uml. 1925
Kømur 4
Hæddir 3
Vídd á ogn 148m²
Grundøki 485m²
Matr.nr. 1b Sumba
Húsini standa væl fyri í góðum og friðarligum grannalagi og í náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi og hava sera gott og vakurt útsýni yvir bygdina, landslagið og fjørin. Lætt er at koma til ognina og stovnar, skúlar, handlar og tænastur eru í Vági.
Í miðhæddini er inngongd, gongd / trappugongd, køkur / alrúm, stova, kamar og baðirúm. Í ovastu hædd er trappu-gongd, hjúnarúm og 2 kømur. Í niðastu hædd er inngongd, fýrrúm / kjallararúm. Harafturat er stór garaga / goymslu-rúm og garður / urtagarður.