íbúð, Heimasta Horn 28 2 1, Tórshavn
Lekkur nútímans íbúð við frálíkum útsýni yvir Nólsoyarfjørð. Íbúðin er ljós og sera snotilig. Í íbúðini er durur, gongd, køkur og stova v/hurð út á altan, baðirúm, trý kømur og vaskirúm. Altanin er stór og góð við avbera góðum útsýni. Í durinum eru flísar, og í vaskirúmi og baðirúmi er vinyl á gólvinum. Hini gólvini eru úr eik parkett. Felags ketil við oljufýring, pumpu og hitaskipan er til allar íbúðirnar. Í kjallaranum er stórt felagsrúm umframt rúmligt goymslurúm á 8 fermetrar. Íbúðin er á Heimasta Horni í sera náttúruvøkrum umhvørvi.