Talan er um eini eldri hugnalig sethús í trimum hæ...
Talan er um eini eldri hugnalig sethús í trimum hæddum, ið liggja væl fyri í friðarligum og náttúruvøkrum umhvørvi nærindis sjóvarmálan og við góðum útsýni yvir vágna. Í miðhæddini eru durur, trappugongd, spísistova, køkur og stova. Í ovaru hæddini eru trappugongd, trý kømur, eitt goymslurúm og baðirúm. Í niðastu hæddini er kjallari. Við síðuna av húsinum er bilhús, sum er í gerð, parkeringspláss og bøur.
búvídd 177 m² grundøki 728 m² kømur 3 hæddir 3 byggjiár 1928