Upplýsingar um bústaðin
Sera snøgg íbúð í Hoyvík,...
Upplýsingar um bústaðin
Sera snøgg íbúð í Hoyvík, ið liggur væl fyri og við avbera góðum útsýni út yvir fjørðin. Umhvørvið er friðarligt og barnavinarligt. Stutt er til fleiri ymiskar hentleikar, eittnú eru dagstovnar, skúlar, sparkivøllur, spælipláss og handlar í nærumhvørvinum.
Íbúðin, ið er 90 fermetrar til støddar, er í tveimum hæddum og er sera væl innrættað. Í miðhæddini er durur/gongd, vaskirúm, vesi, køkur og stova út í eitt og eitt lítið goymslurúm. Í ovaru hæddini er gongd, trý kømur, klædnarúm og baðirúm. Eisini er lemmur upp til ovastaloft, ið hóskar seg væl sum goymslurúm.
Prísuppskot
kr. 2.375.000
BústaðurNiðaragøta 2H, 1 . hm
188 Hoyvík
Byggiár2003
Vídd á ogn90 m2
Kømur 3