Raðhús, Maritugøta 1, Hoyvík
Talan er um eini h...
Raðhús, Maritugøta 1, Hoyvík
Talan er um eini hugnalig endaraðhús, ið millum annað hava flísalagt tún og frálíkt útsýni yvir Nólsoyarfjørð. Í niðaru hæddini eru durur, trappugongd, baðirúm/vaskirúm, køkur og stova í einum og eitt kamar við atgongd út í tún. Í ovaru hæddini eru trappugongd, baðirúm og trý kømur. Flísalagt tún er bæði oman- og niðanfyri raðhúsini, og pláss er fyri einum bili. Eisini er ein hjallur/goymslurúm. Raðhúsini standa í vælumtókta og barnavinarliga umhvørvinum í Maritugøtu. Stutt er til alskyns hentleikar, so sum skúlar, ansingarstovnar, handlar, spælipláss, ítrottarhøll og sparkivøll.