Raðhús, Jørundargøta 37, Hoyvík
Góð raðhús í hugn...
Raðhús, Jørundargøta 37, Hoyvík
Góð raðhús í hugnaligum umhvørvi í Hoyvík. Húsini eru í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini er durur, gongd, baðirúm, tvey kømur, vaskirúm og køkur og stova í einum við hurð út á terrassu og garðin aftanfyri húsini. Í ovaru hæddini er loftsstova, trý kømur og baðirúm. Húsini standa væl fyri í barnavinarligum og friðarligum umhvørvi. Harafturat er ein tilbygningur við hjalli og goymslurúmi uttanfyri. Fótbóltsvøllur, spælipláss, skúli, ansingarstovnur og matvøruhandil eru nærindis. Gott busssamband er eisini.