Addressa
Mjólkargøta 2
Um ognina
Slag: Sethús
Grundøki: 227
Hæddir: 2
Búvídd: 90 m2
Byggiár: 1954
Prísuppskot
1.100.000
Støðufrágreiðing fyriliggur ikki.
Góð hús í Kaldbak til sølu.
Húsini eru smá, men í góðum standi og góður møguleiki er við uppíbygging at vaksa um húsini.
Húsini eru upprunaliga bygd í 1954, men nógvar umvælingar og nýgerðir eru framdar síðani, so húsini í dag eru í rættliga góðum standi.
Takið, nú í alminium, er skift, bjálving er gjørd á fleiri síðum og flestu vindeyguni vórðu skift fyri u.10 árum síðani. Gólvið í gongini eins og trappan gjørd av nýggjum. Tá nýggjur ketil var settur upp í 1981 var øll hitaskipaninan løgd av nýggjum við koparrørum og radiatorarnir útskiftir. Oljufýrur og pumpa er heilt nýggj.
Húsini eru til víddar knappar 45 m2 (6,95m x 6,40m) í tveimum hæddum + lágt ovastaloft.
Inngond er í neðra við trappu upp til gongd, køk, dagligstovu og spísistovu, wc við brúsu/vask og lítið kamar.
Í neðra er gongd, eitt stórt hjúnarrúm, og eitt rúm aftrat, sum kann gerast til kamar, umframt kjallararúm, har ketilin m.a. er.
Grundøkið er 227m2 og góður møguleiki er at vaksa um húsini við uppíbygging.
Bussurin er beint uttanfyri hurðina, eins og skúlin eisini er beint við.