Hús í miðbýnum í Havn til sølu
Addressa
Sigmunda...
Hús í miðbýnum í Havn til sølu
Addressa
Sigmundargøta 3, 100 Tórshavn Um ognina
Slag: Sethús
Grundøki: 214
Hæddir: 3
Búvídd: 190
Byggiár: 1943
Prísuppskot
1.900.000
Støðufrágreiðing fyriliggur
Vegna Føroya skiftirætt verður ognin matr.nr. 204c, Sigmundargøta 3, 100 Tórshavn, lýst til sølu. Grundøkið er 214 m2, kjallari og miðhædd uml. 70 m2 hvør, loft uml. 50 m2 mált uttan. Byggiár 1943. Húsini eru teknað av H.C.W. Tórgarð, arkitekti.
Innrætting:
Kjallari: Kjallararúm, vaskirúm, lítið rúm.
Miðhædd: Durur, brúsrúm, gangur, wc, lítið kamar, køkur og stova.
Loft: Gangur, baðirúm, tvey stór og eitt minni kamar.
Takið er skift, men aðramáta treingja húsini til stórar umvælingar. Tey verða seld í tí standi, tey eru.
Húsini standa sera væl fyri í miðbýnum við útsýni yvir Skálatrøð og Vestaru Vág. Atgonguvegur til húsini eru eftir grannaognini matr.nr. 942.
Húsaskoðan er gjørd.
Tað stendur skiftirættinum frítt fyri at velja millum innkomin boð og til ongum at taka av.
Prísuppskot: kr. 1.900.000,00.