Regnavegur 31, Toftir
Húsini eru í tveimum hæddum. Miðhæddin er uml. 85 m², loftshædd uml. 85 m², ella í alt uml. 170 m².
Miðhæddin uml. 85 m² - er innrættað soleiðis: køkur, spískamar, spísistova, stova, gongd/durur, kjallari/vaskirúm/ fýrrúm og trappa.
Loftshædd uml. 85 m² - er innrættað soleiðis: hjúnakamar, 2 kømur, wc/bað, gongd, og trappa.
Hjallur sum er uml. 9 m² til støddar.
Kunning.
Húsini eru bygd í 1954. Týðandi um- og útbyggingar eru farnar fram. Grundin/sokkul er úr betong og klødd við timbri. Øll vindeyguni uttan 3 eru nýggj. Nýtt tak. Úthurðarnar eru úr plasti. Ávís gólv og loft eru gjørd av nýggjum. Nýggj oljufýring, Ketil og septiktangi. Gott tún omanfyri, niðanfyri og sunnanfyri.
Parkeringspláss sunnanfyri húsini.
Grundøkið er uml. 429 m² til støddar.
Húsini standa væl fyri í vøkrum umhvørvi. Gott útsýni yvir bygdina og Skálafjørðin. Barna vinarligt umhvørvi. Spælipláss og fótbóltsvøllur í umhvørvinum. Ikki langt til handlar og skúla.
Verða seld um hóskandi boð fæst.
Vælkomin at geva boð.
Prísuppskot kr. 800.000,00.