Sethús, Kráargøta 35, Klakksvík
Sethús í trimum h...
Sethús, Kráargøta 35, Klakksvík
Sethús í trimum hæddum. Í miðhæddini er ein gongd, baðirúm, køkur, tvær stovur og eitt kamar. Út frá stovuni er útgongd til eina lítla altan. Á loftinum er ein gongd, vesi, trý kømur, eitt pultikamar og ein hjallur. Innbygd skáp er í tí eina kamarnum. Í kjallaranum er ein íbúð, sum hevur egna inngongd, baðirúm, køk, stovu og eitt kamar. Umframt íbúðina er eisini ein onnur inngongd, eitt kamar og møguleiki fyri at gera ein køk og baðirúm. Sostatt er møguleiki fyri at hava 2 íbúðir í kjallaranum. Betongdekk er millum hæddirnar. Nýggjur oljutangi. Nýggj úthurð og nýtt úthang. Frammanfyri húsini er ein sera góður og stórur urtagarður við nógvum runnum og blómubedum. Yvirtøkan er eftir avtalu.