Sethús, Mýrisnípuvegur 26, Tórshavn
Sethús í tvei...
Sethús, Mýrisnípuvegur 26, Tórshavn
Sethús í tveimum hæddum. Í ovaru hæddini er durur, gongd, vaskirúm, køkur og stova í einum, vesi við brúsu, trý kømur og hjallur. Frá hjúnakamarnum er inngongd til vesi við brúsu. Gongin er stór og rúmlig. Í niðaru hæddini er ein óinnrættaður kjallari. Rundanum húsini er ein stórur, vakur og vælhildin urtagarður við nógvum flottum trøðum, runnum og bedum. Húsini standa í einum góðum og friðarligum umhvørvi. Góður sólargangur. Stutt til vøggustovu og barnagarðin á Konmansmýru, Eysturskúlan, Gundadal og Svimjihøllina. Eisini er stutt til miðbýin.