Forkunnugt hús við framúr staðseting og einastanda...
Forkunnugt hús við framúr staðseting og einastandandi útsýni.
Hendan sermerkta og væl hildna ognin liggur á einari av teimum bestu staðsetingunum í býnum. Herumframt er framúr útsýni yvir Havnina og út á fjørðin. Ognin er tilsamans 338 m² til støddar, deilt á 3 hæddir.
Húsið varð dagført innan í 2007 og er partvíst dagført í 2025, har nýggj hitapumpa eisini varð sett upp. Stovan er serliga hugtakandi við høgum lofti, sum gevur eitt rúmligt og ljóst rúm við góðum ljósinnfalli og leggur dent á vakra útsýnið.
Húsið er væl innrættað við 3 kømrum, 3 baðirúmum og einum vesi, og hóskar tí væl til bæði familjuna og tey, sum ynskja pláss til gestir.
Til ognina er eisini bilhús og hjallur.
Hetta er ein sjáldsamur møguleiki at ogna sær eina sermerkta og væl hildna ogn á einari av bestu staðsetingunum í býnum – við einum útsýni, sum veruliga skal upplivast.
búvídd 338m2 grundøki 475m2 kømur 3 hæddir 3 byggjiár 1996
Húsini eru í trimum hæddum, umframt ein hjallur og...
Húsini eru í trimum hæddum, umframt ein hjallur og eitt stórt bilhús. Í miðhæddini er durur, vesi, gongd, ein stór stova, har tað er møguleiki fyri at gera ein køk, grovkøkur, kamar og baðirúm við gosbað. Frá stovuni er grovkøkurin, sum hevur dyr beinleiðis út. Á loftinum er ein stór loftsstova við tveimum sera vøkrum glaslistaverkum eftir Tróndi Patursson í vegginum, sum eisini síggjast frá stovuni í miðhæddini. Á loftinum er ein tekøkur, eitt kamar og eitt baðirúm. Í kjallaranum er eitt fýrrúm, baðirúm, kjallara/goymslurúm og ein stór stova og ein stórur vínkjallari. Frá vínkjallaranum er útgongd til eina terassu og víðari til ein stóran og góðan hjall. Húsini standa væl fyri í barnavinarligum umhvørvi við góðum grannalagi. Útsýnið er sera gott útyvir alla Havnina, Hoyvíkina, Argir, Nólsoynna, Nólsoyarfjørð og Eysturoynna.
Sethús, Skotarók 14, Tórshavn Prísuppskot: 5000000 Fermetrar búvídd 262 Byggiár 1996 Fermetrar grundøki 475 Hæddir 3