Raðhús, Maritugøta 41, Hoyvík
Væl hildin og nút...
Raðhús, Maritugøta 41, Hoyvík
Væl hildin og nútímans raðhús í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini er skúrur, inngongd, gongd, vaskirúm, køkur/stova í einum. Í ovaru hæddini er gongd, baðirúm og trý kømur. Umhvørvið í Maritugøtu í Hoyvík er sera barnavinarligt, tó eisini eitt umhvørvi, sum er fyri bæði ung og eldri. Dagstovnurin í Maritugøtu, sum bæði hevur vøggustovu og barnagarð, er á somu gøtu. Ein nýggjur UEFA-sparkivøllur er beint við. Atgongd er til býlingshúsið. Gott eigarafelag. Sera stutt til skúlar, ítróttarhøll og Keypssamtøkuna.
Fermetrar búvídd 114 Byggiár 2005
Fermetrar grundøki 135 Hæddir 2