Sethús, Hvannasundsgøta 2a, Tórshavn
Stásiligu arkitekteknaðu húsini eru í tveimum hæddum. Í ovaru hæddini er ein gongd, grovkøkur, køkur/stova, tvey kømur og eitt kontór. Í niðaru hæddini er ein íbúð, sum hevur rúmliga gongd, baðirúm, køk/stovu og eitt kamar. Eisini er eitt kjallararúm og ein garaga. Í ovaru hæddini er útgongd frá køki/stovu til báðar altanirnar og her er sera gott útsýnið yvir býin, fjørðin og Nólsoynna. Sermerkti køkurin er av merkinum Biga. Rúmini er stór og ljós og alt er gjørt úr dygdartilfari. Bæði innan og uttan er alt gjørt liðugt og sera snøgt og nútímans. Húsini standa í veðurgóðum umhvørvi í vesturbýnum tætt við skúla, vøggustovu/barnagarð og handlar samstundis sum tað er stutt til gongu heim í býin.
Prísuppskot: 3700000
Fermetrar búvídd 274
Fermetrar grundøki 503
Byggiár 2008
Hæddir 2