Sethús, Stoksoyrarvegur 38, Klaksvík
Hugnaligu sethúsini eru í 2 hæddum. Í ovaru hæddini er gongd, baðirúm við brúsu, køkur, stova og eitt kamar. Í niðaru hæddini er gongd, 2 kømur og eitt kjallararúm/vaskirúm. Køksrúm, stovurúm og baðirúm er fyri stuttum gjørt av nýggjum, takið er skift, nýggj trappa er stoypt og drenað er kring húsini. Húsini standa í friðarligum og veðurgóðum øki niðarlaga í Klaksvík.