Stangavegur 142
Klaksvík
fermetrar 341 m2
grundøki 526 m2
kømur 7
hæddir 3
byggjiár 1988
Prísuppskot: 3.495.000 kr.
Sethús, Stangavegur 142, Klaksvík
Talan er um eini stór sethús í trimum hæddum, við tilhoyrandi bilhúsi og vestvendari terrassu. Ognin stendur høgt í lendinum og hevur gott útsýnið.
Húsini eru innrættaði í niðastu hædd við duri, baðirúmi, skrivstovu/kamari, kamari, fýrrúm/vaskirúm, hjalli, krúpikjallara og trappugongd.
Miðhæddin er innrættað við duri/trappugongd, køk/spísistovu, stovu v/útgongd á altan, gestaves, gongd, hjúnarkamar v/útgongd á altan, tvey kømur og baðirúm.
Ovasta hæddin er innrættað við eini loftsgongd, einari stovu, tveimum kømrum og einum baðirúmið.