Kr. 2.995.000
1860/70 inum
268 m2
215 m2
5
3
Stutt um ognina
Dagførd í hugnaligan stíl
Mitt í bygdini
Luft til vatn hitaskipan
Eldri hugnalig sethús mitt í hjartanum av Sandavágs bygd. Húsini, sum eru í 3 hæddum, eru høvuðsumvæl og innrættað í gamlan stíl. Íbúð við egnari inngongd er í kjallarinum.
Av loftinum er gott útsýni yvir fjørðin og landslagið. Uttanfyri er gott parkeringspláss til 1 bil, og hugnaligt útiøki við góðum sólargangi.
Við staðsetingini mitt í bygdini er stutt at ganga bæði til ansingarstovn, spælipláss og fótbóltsvøll, umframt at sandurin og fjørðan eru beint við. Matvøruhandil er hinumegin vegin, og skúlabussur steðgar tætt við. Herumframt hoyra 2 hjallar til ognina.
Í miðhæddini er durur, gongd/trappugongd, køkur og stova í einum, kamar/kontór, vaskirúm/vesi.
Á loftinum er trappugongd/alrúm, 3 kømur og baðirúm.
Í íbúðini í kjallaranum er durur og køkur í einum, baðirúm, stova, 1 kamar og teknikrúm.
á Sondum 19
Sandavágur | Sethús | 245m2 | 5 kømur
Upplýsingar um bústaðin
Serstakliga snøgg og hugnalig eldri hús, sum eru høvðusumvæld í nýggjari tíð. Húsini standa væl fyri í veðurgóðum umhvørvi mitt í bygdini. Í niðastu hæddini er ein góð og snøgg íbúð. Hugnaligur garður er til ognina og tvey úthús eru, sum hoyra til ognina, umframt at parkeringspláss er til ein bil.
Í miðhæddini er durur/gongd, vesi, køkur og stova og kamar. Í ovaru hæddini er gongd, 3 kømur og baðirúm. Í niðastu hæddini er ein íbúð, sum er innrættað við inngongd inn til køk, baðirúm, stór stova, fýrrúm og 1 kamari.