Talan er um eina snøgga og ljósa íbúð í veghædd vi...
Talan er um eina snøgga og ljósa íbúð í veghædd við tilhoyrandi terrassu. Ognin liggur við blindan veg í góðum grannalagið, og uttanumøkið er væl skipað við parkeringsplássum, túni og goymslurúmum. Íbúðin liggur miðskeiðis í bygdini og stutt er til eitt nú handlar, matstøð, ítrottarøkið vesturi á Eiðinum - og somuleiðis skjótt yvirum land til Pálshøll og marghøllina.
Íbúðin er innrættað við duri/gongd, køk-alrúm v/atgongd til terrassu, tvey kømur, baðirúm og uttandura goymslurúm.Íbúðin er lutur í lítlum og hugnaligum eigarafelagið, og vera íbúðirnar hitaðar upp við hvør sínari ventilatiónshitapumpu – ein grøn loysn, ið veitir bæði heitt vatn og gott inniklima.
Íbúðin er tømd, nýmálað og innflytingarklár.
búvídd 90 m² grundøki 0 m² kømur 2 hæddir 1 byggijár 2016