Talan er um eini sera gomul sethús, sum skulu heil...
Talan er um eini sera gomul sethús, sum skulu heildarumvælast – ognin hevur streym og vatn ført inn, men er ongin sentralhitaskipan. Omanfyri húsini er eitt lítið seyðahús, og eitt úthús við goymslurúmi og hjalli omaná. Grundøkið er 1.637 fermetrar til víddar og hoyrir ein uttangarðslutur við – talan er um 1 gyllin í Víkarhaga, Miðjan. Frá húsunum er sera gott útsýni suðureftir út á Sumbiarhólm og opið hav.
Fyrsti maður sum er navngivin har er Samuel Jacobsen, úr Jóanstovu í Hørg. Hann er føddur uml. 1691 og verður nevndur í tingbókini fyri 1733 sum ‘Samuel Jacobsen under Hamre’, tá býr hann í húsunum í Geilini. Hann er giftur í 1711 og fær fyrsta barnið í 1712 – so tað er væl hugsandi at hann hevur bygt í Geilini longu tá hann er giftur uml. 1711 – tað er eisini hugsandi, at hann hevur bygt á gamlar grundir.
búvídd 94 m² grundøki 1637 m² kømur 0 hæddir 2 byggjiár 1711