Randarhús: millum Gilja 5, 188 Hoyvík
Húsini eru í 3 hæddum - 2 hæddir á 74 m2 og 1 hædd á 50 m2 - í alt 198 fermetrar. Grundøkið er 258 fermetrar. Byggiár: 1989. Húsini eru væl bygd úr góðum tilfari og eru uppdaterað so við og við, so tey eru í sera góðum standi. Felags antennuskipan er eins og sjónvarps- og telefondós er í øllum rúmum. Tak og gólv eru frá 2001 eins og baðirúm, durur og bilskúrur er frá 2004. Í neðra er inngongd, durur / gongd / garderoba, gestawc, inngongd og durur til bryggers, bryggers við útgongd til garð / urtagarð / terassu, køkur / alrúm / borðstova / stova. Í erva er trappugongd, stórt arbeiðsrúm / alrúm / stova, hjúnarrúm, baðirúm, stórt kamar, ið kann gerast til 2. Ovast er trappugongd og stórt kamar. Harafturat er bilskúrur og úthús við hita og heitum og køldum vatni. Húsini standa í barnavinaligum, friðarligum og náttúruvøkrum umhvørvi við góðum útsýni har stutt er til dagstovn, FIFA-vøll og busssamband. Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst.
Prísuppskot: 0