Sethús, Torfinsgøta 19, Tórshavn
Sethús í trimum...
Sethús, Torfinsgøta 19, Tórshavn
Sethús í trimum hæddum. Í miðhæddini er durur, baðirúm, køkur og stova. Køkurin er skiftur í 2002. Á loftinum er ein gongd og fimm kømur. Í kjallaranum er ein íbúð, sum hevur gongd, baðirúm, kamar og køk og stovu í einum. Umframt íbúðina er ein vaskikjallari. Aftan fyri húsini er ein stórur, hugnaligur, veðurgóður urtagarður við fleiri stórum flottum trøðum og runnum. Til húsini tilhoyrir eitt parkeringsøki. Húsini eru vælhildin og standa í veðurgóða og hugnaliga umhvørvinum í Torfinsgøtu í vesturbýnum. Stutt til miðbýin, skúla, vøggustovu/barnagarð og handlar.