Sethús, Jóansgøta 11, Hoyvík
Snotiligu, dámligu og sera vælhildnu sethúsini standa við blindveg í náttúruvøkrum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi og góðum grannalagi. Dagstovnur og skúli eru beint við. Fantastiskt útsýni er yvir fríøkið omanfyri Djúpagilsvegin og Havnina. Í ovaru hædd er inngongd, baðirúm, kamar, køkur við spískamari og útgongd til altan, borðsstova og hugnastova við peis. Í niðaru hædd er millumgongd, hjúnarrúm við klædnarúmi og við útgongd til terassu, kamar, eitt rúm, sum er klárt at gera til baðirúm, vaskirúm, fýrrúm, kjallararúm og goymslurúm.