Maritugøta 73 Hoyvík
Byggiár 2006
Kømur 3
Hæddir 2
Vídd ogn 134m2
Grundøki 132m2
Upplýsingar um bústaðin
Avbera snøgg og vælhildin raðhús, ið standa væl fyri í hugnaligum og barnavinarligum umhvørvi í Hoyvík. Tætt við skúlar, dagstovnar, handlar, fótbóltsvøll o.a gott spælipláss við sparkivølli er beint við. Snøggur garður er bæði frammanfyri og aftanfyru húsini við flísum og plantum. Eisini er goymslurúm/skúrur til ognina.
Ognin er innrættað soleiðis:
Í niðaru hæddini er durur/gongd, vesi/vaskirúm, køkur og stova í einum við hurð út á terassuna.
Í ovaru hæddini er gongd, baðirúm og 3 kømur.