Íbúð, Íslandsvegur 39, Tórshavn
Talan er um ein...
Íbúð, Íslandsvegur 39, Tórshavn
Talan er um eina snøgga og dagførda íbúð í vesturbýnum, sum hevur frálíkt útsýni yvir havnina og Nólsoyarfjørð. Íbúðin er 106 fermetrar til víddar, er í ovaru hæddini og er partur av eini samogn. Sí síðu 6 í bústaðarlýsingini fyri nærri kunning um byggisamtykt, brunatrygd v.m. Í íbúðinini eru durur / gongd, køkur og stova í einum, tvey baðirúm og trý kømur. Eisini er felags vaskirúm og garður. Alskyns hentleikar eru nær við, so sum skúlar, ansingarstovnur og handlar, umframt at tað er stutt oman í miðbýin.